Faroese Planet

Blogs about Faroe Islands from around the world

Kringvarp Føroya - Forsíða

Sámal ummælir búpláss við ídnaði

Misjavnt er, hvussu væl býir í Føroyum duga at flyta tungan ídnað burtur frá búsetingum, heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Kringvarp Føroya - Forsíða

Meinhard Olsen: Alt peikaði heim aftur til Føroya

Bæði ítróttarliga og persónliga gevur tað best meining at flyta heim aftur til Føroya, sigur 29 ára gamli Meinhard Olsen, sum eru fluttur heim og venur við NSÍ.

Kringvarp Føroya - Forsíða

Uppskotini um pant eru góðkend

Landsstýrið og IRF raktu væl, tá tey gjørdu uppskot um kunngerð og reglugerð um pantskipan

r/FaroeIslands

Two hours to buy a traditional Fisherman's Sweater before joining a sailboat in Torshavn?

So I know this question has been asked before, but I'm looking for a sweater/jumper in Torshavn. What makes this a little more challenging is that we land at the airport at 1:25PM on Saturday and we leave on a sailboat on Sunday.

It looks like most of the shops close around 4:00 on Saturday and most are closed Sunday, so I don't have a lot of time to look.

If you could recommend only one place to go to find a Men's traditional fisherman's sweater thats hearty enough to survive an open ocean passage to Iceland, where would it be?

Thank you!!!

submitted by /u/AllIsNotWells
[link] [comments]

Kringvarp Føroya - Forsíða

Hvørki ja ella nei

Fólkaflokkurin vil hvørki siga ja ella nei, um hann tekur undir ætlanunum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, um at útluta fleiri dagar til bólk 5B

Farerskie kadry na Facebooku

Dokładnie osiem lat temu, 19 lip...

Dokładnie osiem lat temu, 19 lipca 2018 roku po raz piąty postawiłem stopę na Owczym archipelagu. Opuszczając Wyspy - z kolejnym bagażem wspomnień, kadrów, masą notatek z kursu na Uniwersytecie w Tórshavn i mnóstwem materiałów do książki - nie sądziłem, że przyjdzie mi czekać niemal trzy tysiące dni, aby ponownie zawitać na Faroje.

Licznik ten na szczęście już niebawem zatrzyma się - w sierpniu przyjdzie mi bowiem już po raz szósty odkrywać mikro-wszechświat Wysp Owczych. Jak zmienił się on przez te ostatnie lata? Czy uda mi się postawić stopę na Koltur i Skúvoy? Jakie scenariusze pisze już dla mnie archipelag pełen zaskoczeń i niespodzianek? 😉

Stęskniłem się. I to bardzo!

Føroyar, Polonia Farerska, Sabina Poulsen, Klub Miłośników Wysp Owczych Faroe.pl, Piłka nożna na Wyspach Owczych, Wyspy Owcze - Projekt Føroyar, vit síggjast!

Kringvarp Føroya - Forsíða

- Boða politinum frá!

- Best er at boða politinum frá beinanvegin, tá ið fólk njóta ólóglig rúsevni. Tað sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur

r/FaroeIslands

July 30/July 31 Klaksvik

Hi, I’m 26F traveling solo in Faroe Islands and was wondering if anyone was driving from Torshavn to Klaksvik to hike Kallur lighthouse on July 30/31. I would be happy to split gas money or the rental cost for the day.

I’m trying to avoid having to take the bus to Klaksvik. If we hike together, I consider myself pretty fit. This will be my second time visiting the Faroe Islands, I was last there in May!

submitted by /u/Delicious-Ad9978
[link] [comments]

Farerskie kadry na Facebooku

Dziś pora na aktualizację jednej...

Dziś pora na aktualizację jednej z farerskich statystyk. Liczba tuneli na archipelagu - dwadzieścia pięć.

r/FaroeIslands

🇫🇴 Faroese crime thriller now on German TV 🍿📺

🇫🇴 Faroese crime thriller now on German TV 🍿📺

A dead person, whale savers vs traditionalists (very original, right 😉)
It’s directed by a German production team. Why is it not translated in your languages yet 😔

submitted by /u/Whatanguyen
[link] [comments]

r/FaroeIslands

Surfing

I'm interested in cold water surfing in the Faroes during the last week of August. I am relatively new but have my fundamentals and can hold my own. Id need a wetsuit and board and someone that knows a local spot/safety. I saw one guide that listed a service but they didn't respond to my inquiry and €200 is a lot for no response if I'm going in blind. Much appreciated 👍

submitted by /u/DietFijiWater
[link] [comments]

r/FaroeIslands

Visiting Faroe Islands in August - What Should We Do?

Five of us (British, mid-20s) are visiting the Faroe Islands in mid-August for 5 days.

We are planning on doing a number of hikes, and attending an HB Torshavn game.

However, we are looking for any other recommendations, whether that be food, drink or any general cultural experiences or must visit places. We will obviously have a car, so can travel across the islands! Thank you!

submitted by /u/JumpyNeighborhood482
[link] [comments]

Bloggur hjá Birgir Kruse

Lýsing: Frá Kong Hans til Hilbert

Við støði í konseptinum at deila, share platters, royndu vit fýra, nýggju matstovuna Tubbak við síðuna av Kjöt á søguliga Áarvegnum upp at Hotel Hafnia og yvir av Amtmansgarðinum í góðveðrinum mitt í Havn í kvøld.

Lyklaorðini, vit sótu eftir við á midnátt, eru altjóða fynd, sniðfundiga vovin saman við staðbundnari søgu úr grannalagnum, ið starvsliðið dugir at lesa av við yrkislærdari nærveru, sum í enska attendance, ta tíð góð tænasta tekur, at ger teg sannførdam um, at tú ert í ikki bara góðum, men fyri tær teim bestu, so høgt verður tænastuhugtakið lyft.

Hóast avrikið týðuliga er eitt úrslit av samstarvi hjá einum vælsamanspældum úrvalsliði - við Regitze av Tvøroyri, útlærd á Kong Hans, Joel Needlestone úr bretska høvuðsstaðnum, sum er sonur føroysku Marjun og býr í Kollafirði, Janus Einar, ið vit kenna sum gastronomiskan íverkseta á fleiri pallum og pólska køksleiðaran Karolinu - í oddinum, nú øll tosa um altjóða fótbólt, var tað Rebekka, sum við ættarbondum av Eiði, við okkara heimaborð yvir av gróðrarblettinum hjá Ríkisumboðnum, gjørdi løtuna ógloymandi, tí hon so væl dugdi at lesa okkum av, tað tíð, sum yrkislærd tænaraservice og vegleiðing tekur, tá um mat og vín ræður - fyri ikki um at tala, at lata okkum gera upp við Havnarsøgu, sum vit lesa um í krígssøgubókum, og nú lendir á mínum egna tallerki.

Og ikki minst tá stjórin, Joel Needlestone, leiddi okkum upp á nýggja søguliga útsýnisstaðin, Amtmand Hilbert, við rundsýni undir fríum lofti og úr glaskubum, cubicles, har vit kunnu sita og njóta nýdyrkaðu tænastuna mitt í Havn, eins og Helena, abbadóttir Zakaris, ið lesur til lækna í Keypmannahavn, og Jórun, sum er kreativur tattovørur í Gallarí Havnará, har Tórs Kafé var fyrr við jukeboks, sum var tátíðar fremsta undirhaldstól.

Við vinnulívlýsingum úr Havnar søgu, hava vit nógv at tosa um upp eftir vegginum í nýggju industriellu uppgongdini, innan vit taka einu hæddina í elevatorsofuni, til slovakiska Zdenka tekur í móti okkum, og Sinatra tónleikurin varisliga leggur ljóðbotnin undir stóru gongsmyndini av sigarroykjaranum al Capone.

Her verða allir sansir vaktir í nýggja matstovubygningini mitt í Havn, har endurskapta søgan um Heina Kjöt longu er eydnast á niðastu hædd, har fult av fólki er inni, bæði til at eta og taka út við. Fari eg í ensku orðabókina, so er býurin fyri ólavsøku abuzz, hann sjóðar við nýggjum virksemi, sum øll vilja hava ein lut í. Alt samalt í tí spenni, sum søga og tænasta skapa og leggja út fyri tær, nú tú trein inn úr samtyktu søguni og rakti tíðarleysu tænastuna. Hetta er ein foredling, við tær sjálvum í miðdeplinum, sum eg ikki havi upplivað áður. Tú ert borin á lógvum, fyrst og fremst av Rebekku, so landafrøðiligi karmurin av smakki fer at reika millum Japan og Suðuramerika, borin fram av einum modernaðum state of the art fusiónskøki við Josper grill, sum glaði køksleiðarin, Karolina Sobolewska, her sæst við.

Innan myrkrið fellir, á fái eg ein japanskan ikigai frá filipinska Florence, sum er Makaumeistari í kokkteyls, at taka við mær upp á hátúnið og njóta ólavsøkuútsýnið yvir høvuðsstaðin, meðan søgan um altjóðagerð undir krígnum, tá vit vórðu lyft úr bóndasamfelagnum og inn í ídnaðarsamfelagið við jazzi og filmi, liggur undir. Tá bilar koyra eftir Áarvegnum heilsa fólk og smílast. Tað nemur meg og fær meg at kenna meg væl í mínum nýggja heimi, sigur Florence, og skeinkir Faroe Isle gin, sake, bláberjapuré, lavendilsiroppur og sitrónsaft.

Niðurundir fáa vit við borðið turt perlandi Leitz riesling. Borðreiðingin, sum byggir á shared platters, at vit deila tað, sum kemur á borðið, er skift í fýra umfør við tillagaðum úrvals víni.

Fyrst eru smárættir við grillaðum bønum og mais, hvøssum kili, ráum tuntskornum ceviche úr kalva, carpaccio álum úr kjøti, grillaðum jomfrúhummara við ketsjupp og grillaðum tunfiski við havsalti. Ein fyrireikandi rundferð við best matchaða hvítvíni til høvið, úr Suðuramerika, um Italia og eystur til Japans. Í Havnarmjørkanum skeinkir Rebekka Pouilly-Fumé hvítvín, har fumé-heitið kemur til sín sjónliga rætt, hyggja vit út, her vit sita.

Annað umfar er sushi við jákupsskel, í góðari javnvág við Aligoté hvítvíni og einari skivu av laim, perfekt sett millum frískleika og súrleika við fiski og fiti eitt kvøld í Havn.

Til kjøtbrettið kemur spanskt Rioja reyðvín við elegantum smakki, har eg hómi bæði Kuba og sigar, afturvið lambssneið, T-beinssneið, neytalundum og hanger-steak, tey rópa.

Omaná fáa vit ostatertu við sitrusfruktum og blóðpylsucrumble, churros við karamelldypp og eina massiva sjokulátabarr, ið eitir gull, sum í Fort Knox. Ein framúr endi við konjakk.

Vit eru samd um, at hetta er ein mentanarbroyting, sum transformerar tað besta úr nýggja føroyska køkinum frá Kong Hans, har Regitze lærdi, til amtmannin Hilbert í grannahúsinum, sum í einum uppslagi út á hátúnið uppiá, minnir okkum á markantar persónmenskur og hvussu tær í avbjóðandi umstøðum kunnu skapa nýggjar tíðar. One gowerned by law. The other by crime. So er bólturin givin upp til lívligt kjak.

Og við okkara borð fóru vit saman við Regitze at tosa um Hvítanes á Tvøroyri, Salem, Poul F og ánna, tá hann rámliga bíbilskt yrkir í savninum Millum Heims og Heljar.

At enda skifta vit aftur orð við kokkteylmeistaran Florence yvir eini grein í Weekendavísini, sum vísindaliga, bæði hann og grein, siga frá um Old Fashioned, sum er bourbon, sukur, appilsin og sterkt bitterkrydd.

So takka vit fyri okkum, bilsin og undrunarsom, at ein so altjóða veitingarstaður er uppstaðin í Havn í okkara tíð. Tað er eitt tíðarskifti. Ikki bara í sær sjálvum, men eisini tí, at tað tekur gestin við á eina hugfarsliga ferð.

Hagstova - News from Statistics Faroe Islands

14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6 prosent

14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6 prosent maria

Bloggur hjá Birgir Kruse

Whisky og villar søgur í hvannatíð

 

CoPilot gjørdi myndina meðan eg skrivaði

Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Mann fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini.

Fyrrverandi landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast, meðan ein annar fyrrverandi landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini. 

Millum hesar báðar, sum nú eru tingfólk, eru fleiri, ið taka kjakið upp á Facebook, ið alt árið er og verður fólksligi almenningurin, serliga úr einum tillagdum og tillærdum fráhaldssjónarhorni, har religión er samantvunnin partur.

Nú lokið er tikið av hesum niðursjóðaða blikki, alkohol í Føroyum, sum sett í gildi av nettupp politikarum at selja við risavinningi í Rúsum, er eingin endi á spurningunum.

Men hvussu áhugaverdir teir eru, tykjast teir mær nakað einoygdir og avmarkaðir, tí her er lítið meir at hóma enn religiøst afturhald, nú abort varð eitt virðismál, sum endaliga fall og gjørdist ein av seinastu virðisskansunum.

Í framhaldi av spurningunum um at rúsa seg í Føroyum í dag, kundi eg hugsað mær, at Útvarpið fór at víðkað um samfelagsbúskaparliga fatanarkarmin og kannaði, hvør tað er, sum í dag hevur so nógvar pengar, at tey heldur vilja rúsa seg við nógv dýrari og deyðiligari rúsevnum sum pinaca, enn at fara í almennu Rúsuna.

Víðari kundi eg hugsað mær, at miðlarnir spurdu avvarðandi, hvussu ungu rúsevnasmuglararnir hava tað, nú teir eru, ella fara at verða dømdir helvtina av teirra higartil livaða lívi í donskum fongsli, bara tí at eitt fátal av ríkfólki í Føroyum keða seg so mikið, at tey, við nóg mikið av pengum, vilja rúsa seg uttan at síggjast full í gøtunum.

Hóast hon er í støðugari broyting, er rúsmentanin ikki nýggj í Føroyum, men nærmast fastgrógvin. Nær fer ein miðil at megna at spyrja seg fram til, hvørjar lívslangar starvsligar avleiðingar tað hevur og hevur havt fyri virki, fyritøkur og arbeiðspláss, at tey hava verið rikin av nú ella fyrrverandi rúsevnamisnýtarum? Eru kanningar gjørdar av tí? Eru kanningar gjørdar av turrdruknum fólki, sum ein barrvørur segði, sum úr leiðslusessum fara við teirra starvsligu undirsáttum, sum um tey øll vóru rúsdrekkamisnýtarar? Fer nakar miðil at megna at seta rúsin inn í ein aktuellan og alment viðkomandi karm, uttan at ganga ørindi fyri politiskar flokkar, bólkar ella felagsskapir?

Livst so spyrst. Eisini í hægstu agurkutíð.

Farerskie kadry na Facebooku

...

Bloggur hjá Birgir Kruse

Rolling Stones betri enn nakrantíð

Við frontmonnunum, Mick Jagger og Keith Richards, The Glimmer Twins, sum báðir ganga á tríogfýrsinstjúginda ári, geva teir í Rolling Stones út nýggja LP, "Foreign Tongues", ið er hin fimmogtjúginda í teirra katalogi, sum byrjaði fyri fýraogtrýss árum síðan - og enn er í gongd.

Tað er eindømi í rokksøguni. Beatles eru langt síðan givinir og Bob Dylan, sum man vera einasta samanberiliga navn og ikon, hórar enn við konsertum.

Hin níggjuhálvfjerðs ára gamli Ronnie Wood, sum fyrr er kendur frá Jeff Beck og Rod Stewart í Small Faces, er triði í surrealistiskt sundurklipta pastellmálninginum omanfyri, "Stones Trinity" (2025), hjá unga amerikanska listamannininum, Nathaniel Mary Quinn (f.1977).

Hann sigur á heimasíðuni hjá Larry Gagosian, har hann er umboðaður, at "Creating the album cover for the Rolling Stones is an artistic honor - a dialogue with one of the most enduring forces in cultural history."

Eins og Rolling Stones hava sangir sum hin speed skjóta "Rip this joint" (1972) á úrvalsverkinum "Exile on Main St", so hevur Quinn eisini havt tað fyri, at rippa áður kend listaverk og gera nýggjar fragmenteraðar identitetskollasjur og flyta klassiska vakurleikan inn í sítt egna univers, The Robert Taylor Homes, málað á veggir í fátækabýlinginum, sum tá hann í 2015 gjørdi "Erica with the Pearl Earring" við støði í minninum um eina sterka svarta gentu í somu húsum, har hann búði, og segði:

"Erica's presence carried the same quiet magnitude I had come to recognize in Vermeer's figure. My work is an ode: an effort to elevate a girl from the margins of society into the space of reverence historically reserved for subjects of European painting. Unlike Vermeer's figure - often understood as imagined, though sometimes linked to his daughter - Erica was real. She lived next door, on the sixth floor of the Robert Taylor Homes."

Troystarleysa økið, sum varð bygt í 1962 og rivið niður í 2007, er við áttaogtjúgu hæddum helst størsta íbúðarbygging í heiminum, ikki ólík Hitler'sa "Kraft durch Freude" í tríatiárunum at skapa arbeiðaranum frítíðaríbúðir á størstu týsku oynni Rügen.

"Foreign Tongues" er kendasta navn, mær kemur til hugs, sum minnir okkum á, at LP plátan úr vinyli er komin fram aftur og húsin, tær eru í, aftur kann verða lyftur fram og blíva ein listaligur pallur og úttrykk, sum hevur verið burtur, nú stroyming er týdningarmesta útbreiðsla av tónleiki, og mest sum bara hevur handilsligu ørinindini at slóða fyri konsertum.

Millum kendu plátuhúsarnar í søguni eru fyrst og fremst "Sgt Pepper's Lonely Club Band" (1967), sum Peter Blake gjørdi fyri The Beatles, allir húsarnir, sum Storm Torgeirson gjørdi í farnu øld fyri teknistovuna Hypgnosis, við orkestrum sum Pink Floyd og Yes, niðurlendski fotografurin, Anton Corbijn (f.1955), ið við street kamera fotograferaði nøvn sum Depeche Mode og U2, og skapti teirra visuella stíl, og so "Face Dances" (1981) hjá the Who, sum áðurnevndi Peter Blake fekk til uppgávu, at biðja sekstan bretsk myndlistafólk mála teir fýra í The Who. Rolling Stones hava brúkt fotografin Gered Mankowitz á "Between the Buttons" (1967) og Norman Seeff á "Exile on Main St" (1972), samanhildið við myndum úr "The Americans" (1958) hjá Robert Frank, ikki ólíkar "Amerikanske billeder" (1977) hjá ferðandi danska fotoprestinum Jacob Holdt.

Plátuhúsin tykist verða komin aftur, eisini hjá føroyskum útgevarum, serliga tutl, og teirra tónleikarum.

"Foreign Tounges" er ein merkiliga góð LP, sæð í mun til aldurin á bólkinum og stevfasta marknaðartakið. Forsangarin er hin minst ellismerkti. Hann er sum fyrsta dagin, ja minnir um brøðurnar Gibb í Bee Gees, tá hann syngur "Jealous Lover" í falsett, sum var tað ein tíðarleysur unglingi til upptøkuroynd hjá Motown við góðum bassi í botninum, og so urgan, sum rennur út og inn, hon hjá Steve Winwood og Benmont Tench, sum eisini var við í orkestrinum hjá Jeff Beck.

Djevulska hanastevið, vit kenna frá Jaggerdansi og gomlum plátum sum "Sympathy for the Devil", og eisini ein farra av kórinum í "Gimme Shelter", billi eg mær inn at hoyra sum myndandi røddir í bakgrundini. Kanska er tað bara eldfimur resonansur hjá mær sjálvum.

"Divine Intervention" við framdrívandi trummum hjá nýggja trummusláaranum, Steve Jordan, er standard Stones, aftur við stílsikrari og væl varðveittari forsangara rødd, eisini í hæddunum, hjá Jagger, og skitnari Keith gittarsolo, sum tó saktans kundi verið Wood, uttan at skæla vørumerkið, við góða bassinum hjá Darryl Jones aftanfyri.

"Ringing Hollow" er ein av sangunum, sum mær dámar besta á nýggju plátuni. Vælskaptur og harmoniskt fullkomin sum ein road movie over there. Hann byggir heilt vist á kennskapin og sambandið við Gram Parsons í Joshua Tree í Mohjave oyðimørkini, sum fyrr er blivin til "Wild Horses" á LP plátuni Sticky Fingers (1971) og eisini sarkastiski sangurin "Far away eyes" á LP plátuni Some Girls (1978). At koyra í bili um náttina, um einsemi, um at gera tað liðugt, um nothingness og einsemi á amerikansku barrunum og vegunum, ikki minst í Bakersfield, fyrr, og í Dallas, nú. Og so ein formidabul gittarsolo við slide enda, sum eg giti er Wood'sa og so liggur Keith undir.

At Mick Jagger ger eina coverversión er sjáldsamt. Tað ger hann við Amy Winehouse sanginum "You know I'm no good" av Back to Black (2006), sum eg haldi hann tekur til nýggjar søgufraserandi hæddir, sum klæðir honum og orkestrinum serstakliga væl. Her er best of both worlds. Amy plus Jagger pluss fylgispælið og sterku punktueringarnar og munnhørpan, framúr, ein fleirfaldur klassikari er blivin til.

So er tað sangurin hjá Keith Richards, honum, ið syngur like a dying dolphin, sum ein ummælari segði, tá hann sang "Say it's not you" saman við George Jones í 1994. Hann hevur eina heilt serliga kenslu fyri tí inniliga tónanum í einum ektaðum gamaldags countrysangi um longsul, sum við ellismerktu røddini fær ein heilt serligan gamlamannafarra í egna sjarmu sanginum "Some of us", ið helst er besti sangur á nýggju Stones plátuni.

"Back in your Life" er ein poetiskur sangur við eins poetiskum gittarspæli hjá Ronnie Wood, sum smakkar mær væl móti endanum á hesi óvæntað góðu plátu, ið vísir hvussu gott tak teir allir hava á rokktónleiki, og sum onganting enn og eftir seks áratíggju kunnu seta saman ein perlurøð av sangum, sum í meir enn ein tíma kava í allar ættir og sjangrur. Chuck Berry fær eina heilsan til endans eins og Muddy Waters fekk eina heilsan síðst. Respekt. Hesar hevði eg vilja hoyrt laiv. Einki er kunngjørt, tað eg dugi at síggja, men við hesi manning er einki ógjørligt.

Dalsbygd

Nú er summar

 Í Dali er nógv í gongd. Slótturin er fyri, og ikki at gloyma: um eina viku letur Dalstunnilin upp. Bygdin vísir seg frá sínari bestu og vakrastu síðu.












Bødvar ger nýggjan garð um plantasjuna













Petur slær garðin í Malthúsi.




Á Hólmafløtti er so hugnaligt, bæði á útpallinum og í garðinum, har Mia og mamma hennara spæla.



Í Rennuni hava tey skift vindeygu, so Rennan sær strálandi út í sólini. Og deiligt at njóta ein kaffimunn uttanfyri.



Gnippa og Sólborg og Anders bjóða kaffi og kaku og Gnippa fortelur, at ommusonurin lítli Poli fer at flyta inn í gomlu Klæmintsovu, so ótrúliga spennandi framtíð í Dali.







Og nú nærkast alvorliga, núið trygdarvenjingin hevur verið.




Bloggur hjá Birgir Kruse

Morgun og lestur

 

Brostið fyri nev

Hvørt ár fegnast pisur

í lundum

systkin og foreldur

talur og veitslur

alt er bjart

alt er skært

sum á jólum

ið eru eins svár og eydnumyndir

á Facebook

her eru vit har

eru tit

fáur harmast fútadeyða

eingin skerda pisu

eg fái sand

millum tærnar

og Føroya Bjór ger

ikki veðrið

betri

tá morgunlesturin

kunngerð

at kirkja og missiónshús

nú hava savnað

bestu

fólkini

í bygdini

Farerskie kadry na Facebooku

Mniam 🙂...

Mniam 🙂

Bloggur hjá Birgir Kruse

Lýsing: Nýtt rúm er í býnum

Køksleiðarin, Karolina Sobolewska, sum er úr Póllandi, og matstovuleiðarin, Regitze Krambeck Pihl, sum er av Tvøroyri, standa á odda fyri matstovuni og kokkteylbarrini, Tubbak, sum letur upp í næstu viku. Við søguliga handilsnavninum fara tær at skapa eitt nýtt rúm millum Áarvegin og Húsabrúgv, mitt í gomlu Havnini.

Í sama nýbygningi, upp at Hafnia og við egnari inngongd frá Áarvegnum, er Kjöt, har kjøtið er frá bóndanum í Havnardali, Poul Müller, sum eg gekk í skúla saman við. Matstovuleiðari er Marcus Trier og Beinta á Bøgarði er marknaðarleiðari. Sum navnið greitt bendir á er hon, eins og sangstjørnan úr Hoydølum, Filip á Smið, úr Kaldbak.

Stjóri á Hotel Hafnia er Pætur Trónd. Í eina tíð hevur Áarvegurin verið merktur av byggiarbeiði, tungum bilum og høgum kranum. Nú sæst ein fittur partur av úrslitinum, og í næstu viku verður endaligi parturin avdúkaður, har serliga útiparturin, borðreiðing í gjøgnumskygdum glasrúmum, er nýskapandi.

Tummasi Justinussen líkt, finnur hann upprunan til tað, hann fer í holt við, og heldur fast í honum, upprunanum, og knýtir funktionalitetir til nútíðina. Tað sást, tá hann gjørdi gamla handilin, vit í havnargøtum hava kent sum Katrinu Christiansen, har Haldor seldi petroleum, um til tapas matstovu við sjálvsagda heitinum Katrina ella bara við stavunum KC, fyri ikki um at tala kafé Kaspar, sum nú er blivin næsti granni hjá Kjöt, húsið hjá Bakar Hansen á Húsabrúgv, og so umborð á Norrönu við Munkastovu og Laterna Magica, har støðið verður tikið í søguligum fotomyndum, serliga úr siglingarsøguni.

Nú hevur Tummas, saman við pólskum arkitektum, lagt ein nýggjan bygning afturat verandi Hotel Hafnia, við gomlu heitunum Kjöt og Tubbak, ið vóru handilsheiti júst á hesum støðum, hvør við sínari hurð og inngongd á Áarvegnum.

Topografisku lýsingarnar hanga við sum eitt vørumerki, og gerast annan vegin sorgblíðar áminningarnar um eina farna tíð, og hin vegin ein innbjóðandi kjakskapandi karmur um sjálvt staðið, sum enn er í drift og í støðugari menning.

Greiða og snøgga heimasíðan, har bíleggjast kann, sigur: "Søgan um KJÖT byrjar í 1937, tá Joen Hejne Elieser Jacobsen, betur kendur sum Heini í KJÖT, lat upp handil her á Áarvegnum…"

Og so fáa vit við samtíðarmyndum, eins og í Kafé Kaspar, søguna um havnarmyndina Heina Kjöt og unikka handilin Fa. Tubbak, sum Christian Dahl Restorff stovnaði í 1934. Í 1951 kundi sami íverksetari og vinnulívsmaður bjóða fyrstu gestum at sova í einum av seytjan rúmum á Hotel Hafnia og eta á matstovu. Nú er dagførda hotellið fýra stjørnað. Staying power er eisini eitt parametur, kanska tað týdningarmesta, tá um miðbýin ræður. Sum heimasíðan sigur við einum sniðfundigum cheek-in-tongue skálkabrosi:

"Nýtt KJÖT. Sama stað."

Innkomin, ert tú fyrst og fremst í eini take away matstovu, sum er eyðkend við gólv belegningi, eg ikki havi sæð áður og skeribrettum, sum hanga á vegginum við søguligum kvittanum úr miðbýnum á. Eitt vørumerki hjá Tummasi.


Matstovuleiðari er Regitze Krambeck Pihl, til høgru omanfyri, sum er útbúgvin á kendu donsku matstovuni Kong Hans, so eg eri ein Michelingenta, sigur hon varisliga í einum innskotnum setning, nevnir Formel B, meðan hon yvir søguligu lýsingunum í trappunum sigur mær, at pápin er bakari, Magnus Juel Petersen, av Tvøroyri, sum nú er pedellur í Sankta Frants skúla.

- Tubbak er eitt modernað og stílfult matstovukonsept, ið sameinir grill og sushi í eini líka til og avslappaðari fine dining-uppliving, sigur hon, og heldur fram at undirstrika, at matstovan er ætla gestum, sum seta tað besta fremst, vilja hava eitt gott huglag og eina tænastu, sum altíð er klár og við hondina, antin tað eru pør, vinfólk, ið eru farin út, veitslur ella serligar hendingar.

- Matstovan er í tveimum hæddum við plássi til 100-150 gestir, umleið 50 á hvørjari hædd, har vit bjóða ein livandi og sosialan stemning, har matur er ætlaður at deila millum tey, ið sita við borðið, sigur Regitze og vissar meg um, at matskráin byggir á tær bestu rávørur, við inspiratión úr Japan og Suðuramerika, men altíð við fokus á staðbundið føroyskt innihald.

- Konseptið tekur støði í tveimum matstovueyðkennum: Grill & Sushi og Seafood & Sushi, sum gevur tí vitjandi høvið at fáa tað besta úr báðum gastronomisku heimum og heildum. Harumframt fæst ein meira eksklusivur Steak Platter við fýra ymsum skurðum, ella stykkjum, av tí allar besta kjøtinum, sum eg vóni fleiri fara at halda verða framúr at deila við borðið.

- Tubbak er eisini ein livandi kokkteylbarr, har vit leggja dentin á bestu kokkteylar, væl valt vín og spennandi smakkupplivingar.

- Vit sum borðreiða, verða ein kjarni í upplivingini, altíð við tí í hyggju, at allir gestir kenna seg væl, og tó akkurát sum heima, beint frá tí løtu, gesturin trýnir inn um hjá okkum. Men Tubbak hevur eisini sett sær fyri, aktivt at arbeiða við burðardygd og staðbundnum samstarvi, innkeypi og altíð at hava fyri okkum Green Key-standardin, so góðska og ábyrgd ganga hond í hond, sigur matstovuleiðarin Regitze Krambeck Pihl at enda.

Eitt er at síggja Húsabrúgv í nýggjari hædd, sum í sjálvum sær er framúr, tí tað skapar eitt nýtt nærsýni, frá staðnum, har tú situr. Annað og nógv meira nýskapandi, er at lata upp fyri einum nýggjum útilofti, terassu, her 58 fólk kunnu sita í gjøgnumskygdum klivum, glaskubum, cubicle, sum eru forskotnar í mun til hvørja aðra, og haðani njóta sýnið ývir miðbýin, frá kirkjuni, út á Tinganes, Kongabrúnna, Skansan og Ríkisumboðið. Hetta er eitt nýtt rundsýni, tú nú hevur fingið beint framman fyri eyguni, mitt í Havnini og heilt út í havsbrúnna. Tað er mest óvæntaða arkitektoniska inntriv, knýtt at servering, í hesum nýbygningi á Áarvegnum.

At handilsnøvnini eru varðveitt er ein ikki bara søgulig staðfesting, men eisini eitt avbjóðandi kjakevnið, har annað, Kjöt, er meira munnberandi og sjálvsagt, meðan hitt, Tubbak, helst fer at skapa meira kjak og iva, tí hetta er tænastuvirksemi við mati í miðdeplinum, og ikki tubakssøla, hóast humidorur, sigarskáp, er millum søguligu lutirnar og reklamurnar í trappunum í matstovuni.


Forvitnisligt, handilssøguligt og grafiskt smakkfult, skapandi eina nýggja heild í livandi býnum, sum longur uppi er merktur av forfalli, men ikki her og niðan til Paname og Gamla Bókhandil á Vaglinum, har tað er ein frægd at ganga aftur um hølini og gjøgnum Boysensgarð.

"Today, Tubbak proudly carries forward the name and spirit of the original tobacco shop. While tobacco has been replaced by fire, flavour and hospitality, the ambition remains the same: to create a place where people come together, enjoy great food and drinks, and experience genuine Faroese hospitality. Every meal served at Tubbak is a tribute to the history of this remarkable address – a place that has welcomed locals, travellers and generations of Faroese people for more than 90 years".

"Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr" syngja vit á ólavsøku úr tekstinum hjá Poul F. Joensen við lagi hjá Hans Jákup Højgaard - við treysti, sum sangblaðið, ið kórsangarar nú skulu gjalda fyri, sigur. Tað tøkkina, sum avgjørt ikki er sjálvsøgd, kunnu vit geva Tummasi og eisini Eiriki Lindenskov og Peturi Jacobsen fyri tey hús, teir hava varðveitt eitt vet longur niðri. Tað kundi verið so nógv verri, stóð teirra hugur ikki til varðveiting og dagførdan funktionalitet í teim húsum, teir vara av í gomlu Havnini, har matstovur eru. Til lukku við KJÖT og Tubbak.

Umhvørvisstovan

Nýggj kunngerð um fyribyrging og týning av rottu er komin í gildi

Nýggja kunngerðin um fyribyrging og týning av rottu kom í gildi 6. juli 2026 og byggir í stóran mun á kunngerð nr. 147 frá 2017. Endamálið við kunngerðini er at […]

The post Nýggj kunngerð um fyribyrging og týning av rottu er komin í gildi appeared first on Umhvorvisstovan.

Umhvørvisstovan

Súkkluskúrur er komin upp á Umhvørvisstovuni á Argjum

Á Umhvørvisstovuni eru umstøðurnar at súkkla til arbeiðis munandi bøttar, tí nú sleppa súkklurnar undir tak. Súkkluskúrurin hevur pláss fyri 20 súkklum og hevur leingi verið eitt ynski hjá starvsfólkum, […]

The post Súkkluskúrur er komin upp á Umhvørvisstovuni á Argjum appeared first on Umhvorvisstovan.

Farerskie kadry na Facebooku

#rudziki

Rudziki są częstym gościem na Wyspach Owczych. Na archipelag migrują głównie latem, ale spotkać je tu można także w zimie.

Od roku 2000 #rudziki co sezon przybywają na Wyspy Owcze na lęgi. Pierwszego rudzika zaobrączkowano w 1960 roku w #Mikladalur na #Kalsoy.

O lotniczym kunszcie tych niepozornych ptaszków niech świadczy podróż, którą odbył #rudzik zaobrączkowany w październiku roku 1997 w pobliżu Sztokholmu. Dokładnie 46 dni później został on odnaleziony na Nólsoy. Niemal 1400 km od Szwecji!

#Farerska nazwa rudzika, podobnie jak polska, nawiązuje do jego kolorystyki. #Bringureyði powstało ze zbitki słów #bringa (brzuch, pierś) + #reyður (czerwony).

Rzadziej używany jest synonim #reyðbrystingur. Słowo #bryst nawiązuje do chusty, którą używają Farerki jako część tradycyjnego stroju. Czerwonochustny?

"Czerwone brzuszki" najłatwiej wypatrzeć w havnarskim parku #Viðarlundin. Bogactwo drzew pozwala rudzikom pozostawać w nim przez cały rok. W innych miejscach archipelagu wypatrzenie ich jest już sporym osiągnięciem. ______________________________

#wyspyowcze #farerski #fauna #lingwistycznie #føroyskt

Farerskie kadry na Instagramie

#rudziki

Rudziki są częstym gościem na Wyspach Owczych. Na archipelag migrują głównie latem, ale spotkać je tu można także w zimie.

Od roku 2000 #rudziki co sezon przybywają na Wyspy Owcze na lęgi. Pierwszego rudzika zaobrączkowano w 1960 roku w #Mikladalur na #Kalsoy.

O lotniczym kunszcie tych niepozornych ptaszków niech świadczy podróż, którą odbył #rudzik zaobrączkowany w październiku roku 1997 w pobliżu Sztokholmu. Dokładnie 46 dni później został on odnaleziony na Nólsoy. Niemal 1400 km od Szwecji!

#Farerska nazwa rudzika, podobnie jak polska, nawiązuje do jego kolorystyki. #Bringureyði powstało ze zbitki słów #bringa (brzuch, pierś) + #reyður (czerwony).

Rzadziej używany jest synonim #reyðbrystingur. Słowo #bryst nawiązuje do chusty, którą używają Farerki jako część tradycyjnego stroju. Czerwonochustny?

"Czerwone brzuszki" najłatwiej wypatrzeć w havnarskim parku #Viðarlundin. Bogactwo drzew pozwala rudzikom pozostawać w nim przez cały rok. W innych miejscach archipelagu wypatrzenie ich jest już sporym osiągnięciem. ______________________________

#wyspyowcze #farerski #fauna #lingwistycznie #føroyskt

Farerskie kadry na Instagramie

#farerski

Drużyna Gaśnicza - bo tak należałoby dosłownie przełożyć #farerski wyraz #sløkkilið - powstała w Tórshavn w roku 1933.

Jednak dopiero w 1948 roku havnarscy #strażacy otrzymali pierwszy wóz bojowy - zakupionego w Anglii Bedforda typu K. Wyposażony w dwudziestometrową drabinę i półkilometrowy wąż gaśniczy, zabierał on na pokład dziesięciu strażaków.

Wóz widoczny na zdjęciu - przebudowany z ciężarówki - trafił na Wyspy Owcze z Danii w roku 1962 roku.

Śladami po pierwszych latach działalności farerskiej straży ogniowej są... zbiorniki przeciwpożarowe utworzone w Tórshavn w miejscach znacznie oddalonych od brzegu. Dwa z nich zachowały się na strumyku Havnará.

Dawne farerskie wozy strażackie i pompy zostały uwiecznione w serii znaczków wydanej przez @postafaroeislands w roku 2016.

#Farerskie określenie na straż pożarną - #sløkkilið - powstało z połączenia czasownika #sløkkja (gasić) i rzeczownika #lið (grupa, zespół). ______________________________

#wyspyowcze #farerski #farerskiekadry #lingwistycznie #føroyskt

Umhvørvisstovan

Niðursett avgreiðslutíð í summar

Frá mánadegnum 20. juli til og við fríggjadag 7. august hevur Umhvørvisstovan avgreiðslutíð millum klokkan 10 og 12. Opið er aftur sum vant mánadagin 10. august 2026.

The post Niðursett avgreiðslutíð í summar appeared first on Umhvorvisstovan.

Umhvørvisstovan

Veðurlagsbroytingar í Føroyum

Hækkandi vatnstøða, broytt gýtingarmynstur hjá toski og at tað regnar meira tá tað regnar eru nøkur dømi um, hvussu Føroyar eru ávirkaðar av veðurlagsbroytingum. Hesi og onnur dømi vórðu løgd […]

The post Veðurlagsbroytingar í Føroyum appeared first on Umhvorvisstovan.

Hvannrók

Úr myndasavninum – Frants A. W. Restorff læt í 1880-árunum valahús byggja á Skálatrøð

Tá eg síggi myndina omanfyri, reika tankarnir um barnaárini, tá leiðin heim í býin gekk eftir Gríms Kambandsgøtu ella rættari sagt Konradsbrekku, sum vit róptu gøtuna. Hyggja vit nærri at myndini, síggjast hvít stór valahús mitt í myndini. Hetta eru … Læs resten

The post Úr myndasavninum – Frants A. W. Restorff læt í 1880-árunum valahús byggja á Skálatrøð appeared first on Hvannrók.

Farerskie kadry na Instagramie

Hodowla świń to współcześnie nis...

Hodowla świń to współcześnie nisza w farerskim rolnictwie. Znaleziska archeologiczne wskazują jednak, że w epoce wikingów i wczesnym średniowieczu świnie na Wyspach Owczych były znacznie ważniejsze. Podobne, wyraźne ślady znajdziemy także na mapie.

Farerskie szorty

Mapy / świnkowe toponimy

Mapy / świnkowe toponimy

Hodowla świń to współcześnie nisza w farerskim rolnictwie. Znaleziska archeologiczne wskazują jednak, że w epoce wikingów i wczesnym średniowieczu świnie na Wyspach Owczych były znacznie ważniejsze. Mapy archipelagu wypełniają tuziny „świnkowych” śladów. Łatwo znajdziecie na nich słowa takie jak svín (świnia), grísur (świnia), súgv (locha), gøltur (wieprz) czy purka (locha). Warto również wspomnieć, że wśród […]

Artykuł Mapy / świnkowe toponimy pochodzi z serwisu Farerskie kadry.

Umhvørvisstovan

Hátíðarhald fyri rundum starvsdøgum á Umhvørvisstovuni

Á Umhvørvisstovuni hava vit nýliga havt eitt hugnaligt hátíðarhald fyri trimum starvsfólkum, sum hava nátt ein serligan varða í arbeiðslívinum. Eitt starvsfólk hevði 40 ára starvsdag, og tvey starvsfólk høvdu […]

The post Hátíðarhald fyri rundum starvsdøgum á Umhvørvisstovuni appeared first on Umhvorvisstovan.

Hagstova - News from Statistics Faroe Islands

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í mai

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í mai maria

Farerskie kadry na Instagramie

#niezbędnik

W niektórych miejscach na Wyspach Owczych zatrzymać się warto. W innych - zwyczajnie trzeba.

Kontynuując nasz kartograficzny #niezbędnik, tym razem spojrzymy na farerskie #toalety.

Farerskie szorty

Mapy / toalety publiczne

Mapy / toalety publiczne

W niektórych miejscach na Wyspach Owczych zatrzymać się warto. W innych – zwyczajnie trzeba. Niektóre z publicznych toalet (far. vesi) znajdziecie w centrach farerskich miejscowości, inne trzeba będzie nieco poszukać. Panujący w środku klimat nierzadko zabierze was w podróż do lat 70-tych… Intrygujący ranking farerskich toalet prowadzi Klub Miłośników Wysp Owczych faroe.pl. W Gjógv publiczna […]

Artykuł Mapy / toalety publiczne pochodzi z serwisu Farerskie kadry.

Farerskie kadry na Instagramie

Pierwsze stacje benzynowe na Wys...

Pierwsze stacje benzynowe na Wyspach Owczych - oznaczone logo Esso - pojawiły się w latach 50-tych.

Współcześnie Farerów w paliwo zaopatrują stacje działające pod dwoma szyldami: należącym do islandzkiej firmy Skeljungur Magn i oraz w pełni farerskie Effo.

Farerskie szorty

Mapy / stacje benzynowe

Mapy / stacje benzynowe

Pierwsze stacje benzynowe na Wyspach Owczych – oznaczone logo Esso – pojawiły się w latach 50-tych. Współcześnie Farerów w paliwo zaopatrują stacje działające pod dwoma szyldami: należącym do islandzkiej firmy Skeljungur Magn i oraz w pełni farerskie Effo. Na farerskich stacjach, oprócz napełnienia zbiornika w aucie, zaspokoimy także nasz głód. W menu burgery, sajgonki oraz […]

Artykuł Mapy / stacje benzynowe pochodzi z serwisu Farerskie kadry.

Hvannrók

Tiltakið Aftur í 60 árini var ótrúliga gevandi at fyriskipa og styrkti um felagsskapin

Í ár eru 50 ár liðin, síðani eg kom í Neistan. Og tá ið eg hyggi aftur í tíðina, standa øll hondbóltsupplivilsini kring landið og uttanlands sjálvandi sum tað allar størstu, men tiltakið Aftur í 60 árini, sum vit skipaðu … Læs resten

The post Tiltakið Aftur í 60 árini var ótrúliga gevandi at fyriskipa og styrkti um felagsskapin appeared first on Hvannrók.

Hagstova - News from Statistics Faroe Islands

30.400 starvsfólk í mai — 450 fleiri enn í fjør

30.400 starvsfólk í mai — 450 fleiri enn í fjør maria

Hagstova - News from Statistics Faroe Islands

14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent

14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent maria

Hvannrók

Starum dámar eisini væl súrepli

Torført er fáa stara bara so mikið taman, at hann ikki ræðist, tá tú um vetur gevur starunum í urtagarðinum. Teir flúgva ikki langt burtur, men eru altíð upp á vakt. Men í dag kom eg fram á ein stara, … Læs resten

The post Starum dámar eisini væl súrepli appeared first on Hvannrók.

Hvannrók

Úr myndasavninum – Eg royki fimm mánaðir um árið

Plagi onkuntíð at hyggja at greinum, sum eg skrivaði á heimasíðuni www.drekin.fo frá 2003 til og við 2008. Kom fram á niðanfyri grein skrivað 16 mai 2005. Eg hitti tá ungan rógvara ein dagin í Álakeri, sum segði mær, at … Læs resten

The post Úr myndasavninum – Eg royki fimm mánaðir um árið appeared first on Hvannrók.

Hagstova - News from Statistics Faroe Islands

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í apríl

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í apríl maria

Hvannrók

Fekk mynd av mammu í hondbóltsklæðum

Í fleiri ár havi eg leitað eftir gomlum neistamyndum. Nógvar myndir eru funnar, men ikki eri eg nøgdir við, at eingin mynd enn finst av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. Pápi mín Helge Michelsen var ein … Læs resten

The post Fekk mynd av mammu í hondbóltsklæðum appeared first on Hvannrók.

Farerskie kadry

Mleczne promy

Mleczne promy

Farerzy – tak jak każda wyspiarska nacja – zależni są od morza. Łodź przez stulecia była nieodzownym środkiem transportu. Zanim drogową sieć na Wyspach Owczych wzbogaciły podmorskie tunele, jedynym sposobem przemieszczania się między wyspami były łodzie. Intrygującym epizodem w marynistycznej historii archipelagu są mjølkabátar – sieć promów uruchomiona przez stołeczną mleczarnię. Mleko ma najszybszy transport […]

Artykuł Mleczne promy pochodzi z serwisu Farerskie kadry.

Dalsbygd

Gnippa 90

Føðingardagbarnið saman við systur og systkinabørnum
Fríðgerð, Herborg, Lona og Gnippa




Hans Marius hevði so nógv systkinabørn, og nógv teirra vóru eldri enn hann. Hann var yngstur av sínum systkjum og pápi hansara var yngstur av sínum 9 systkjum, so tað var nokso stóru aldursmunur. Eg havi kent Gnippu, síðani eg kom til Dals fyri 50 árum síðani, tá vóru vit í góðum aldri báðar 😀 Gnippa og systrarnar og Poli hildu til í Rennuni. Har var altíð so pent og nossligt bæði inni og úti, fyrimyndarligt húsarhald. 


á húsavegginum navnabretti, sum Poli hevur skorið




Góðan drekkamunn í Rennuni

Gnippa helt føðingardag í Starvsmannafelagshúsinum fyri umleið 90 gestum. Vinir og kenningar, og eg var heppin at vera boðin við til nátturða og kakuborð. Sámal Petur í Grund, systursonur Gnippu var borðstjóri, og hann dugdi nógvar stuttligar søgur. Eg seti tvær teirra her, meðan eg minnist tær:

                Lærarin hevði sítt stríð av at læra Pól at stava. Men so einaferð helt hann, at nú mundi fara at                 bata, so hann bað Pól stava orðið troyggja. Jú, Pól stavaði t-r-oy-g-g-j-a-ð. Nei nei, segði                    lærarin einki ð. Men, men segði Pól, lærarin segði, at tað sum var bundið hevði ð.


 Sámal Petur segði eisini fleiri søgur úr sínum egna barndómi úr Dali.

Eitt annað hann fortaldi var, at Gnippa hevur spælt sjónleik í Gøtu. Tey spældu "Magnus" , og Gnippa var tann lokkandi havfrúgvin. Og hon var so vøkur og eggjandi, at allir dreingir í báðum Gøtunum og bygdum har á leið blivu forelskaðir og fóru aftur og aftur til leikin.

Prestur hevði roynt at lært Pól katekismus, men lítið bar til. So fann hann upp á ráð og fór í fjósið við dronginum Har stóðu tríggjar kýr. Nú siga vit, segði prestur, at henda fyrsta eitur Abraham, handan næsta eitur Ísak og handan Jákup. Ja, tað var Pól við uppá. Nú skal konfirmatiónin vera, og prestur heldur, at nú man fara at bera til. Sig mær Pól! sigur prestur, hvussu nógvir patriarkar vóru? Pól ivast ikki: fýra! Nú so sigur prestur, hví sigur tú tað? Tí, sigur Pól, Abraham kálvaði í nátt!

Jógvan Dalsfles stýrdi sanginum, og ein gáva til Gnippu var "Ólavur og Niels", sum sungu tríggjar sangir. Og hon fekk ein heimagjørdan frá systur- og bróðurbørnum.


Stuttligt at hoyra talurnar til Gnippu, og áhugavert at hoyra um teirra tíð í Danmark, sum bæði Niels Pauli og Eyðleyg mintust aftur á. Seinni var ein bindiklubbakona, Maiken, sum greiddi frá bindiklubbi á Suðurrás. Allir talarar vóru samdir um, at Gnippa er eitt stás, altíð við tí góða orðinum. Øll løgdu eisini dent á - og tað vita vit øll - hvussu vøkur og stílfull Gnippa er. Dugir so væl at klæða seg, og hárið altíð perfekt.
Annfinn fortaldi, at ´Toppasystrarnar vóru so framúr raskar og sterkar, serstakliga í hoyna, onkur av teimum bar hoyggj eini. Tá læt í Gnippu, ja tað var Arna.
Annfinn segði eisini okkurt um tað sjáldsama navnið Gnippa. Hon er einnevnd í Føroyum og kanska í allari verðini. Nevnd eftir einum konubroti í "Jøkil Búason".

Toppasystrarnar, nú eru tað Gnippa og Lona, eru raskar at vitja og møta upp, tá ið okkurt er í Dali. Og dreingirnir hjá Gnippu og Pola eru við í øllum arbeiði har suðuri.
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld, Gnippa, Brandur og Páll L.


Dalsbygd

Heimakonsert á Hólmafløtti

 Kristina á Hólmafløtti er ein orkubumba. Kreativ og fevnandi.  Hon fær so mangt í lag. Nú hevur hon roynt at stillað upp til Løgtingið, og næstu ferð kemur hon inn. Heima hjá henni og Steintór á Hólmafløtti hava verið fleiri konsertir, tí at tey hava verið vertir í ØKISTÓNUM fleiri ferð. Stovan hjá teimum við tí eysturvenda glasvegginum er so frálík kulissa. Útsýnið ímóti bygdini millum fjøllini og ímóti havinum gav tónleikinum eina eyka dimensión.

Hesa ferð var tað Ny ham og Teitur og Torleik Mortensen. Nýggjur hamur eru Maria Ljósá og Andreas T. Restorff. Tey syngja Kingo í nýggjum hami. 

Mynd og lýsing tikin av Mariusa FB vanga

Maria sang, og teir spældu, gittar, banjo violin, tamburin, og teir sungu niðurløg við viðhvørt. Hon hevur sera góða og sera broyskna rødd. Fleiri sálmar kendi eg frá fyrr, og tað var áhugavert at hoyra teir í nýggjum (styttri) hami. Sanniliga alternativur Kingo. Eg festi meg við eitt sum Andreas segði, at tað finnast so nógvir góðir gamlir tekstir, vit kunna brúka, so tað er ikki altíð neyðugt at gera nýggjar.. Sanniliga, og tað er tað vit gera alla tíðina, t.d. sagnirnar, sum aldrin gerast gamlar.

Kaffi var á kannuni, og mangt gott varð boðið gestunum.

Torleik, Maria, Andreas, Teitur

 




Vit síggja tað stóra eysturvenda vindeygað

Vit vóru fimm í bilinum hjá Mads úr Havn til Dals. Fyrst fóru vit í Putlhús at fáa okkum nátturða, so fóru vit inn á Hólmafløtt. Ein so frálíkur túrur. Koyrdu heim í tí vakra hálvalýsinum í skýmingini.




Vit 4 í kortklubbinum.
Á nýbygda útigólvinum á Hólmafløtti saman við Kristinu. Maria í mittuni,
Mads tekur sjálvsmyndina.


Dalsbygd

Páskir

 Aftur vóru øll fløgg í Dali vundin á stong páskamorgun. Sólin skein og friður valdaði. Turið kom suður ein túr, sum var herligt, tí at Turið var farin til Havnar at hitta systur sína, sum var heima og vitjaði úr Danmark, og Turið og familjan vóru í Skotlandi og ferðaðust. Vit vóru í kirkju páskadag og hoydu lestur (Jónleif) og sálmasang (Símun Erik). Tað var nógv fólk í kirkju, so sálmasangurin var kraftarmikil. Bæði teir mollstemmaðu, og teir ljósu hjá Grundtvig.  


Men tað stuttligasta var at síggja eggjaspælið á Prangsjørð. Johild boðaði øllum, at tað var har, tað gekk fyri seg til ásetta tíð. Johild er ímóti øllum: hon skipaði fyri stikkbólti í skúlatúninum fyri ung og gomul, hon skipaði fyri dunnuveiðu í ánni, hon savnar øll. So ómetandi í eini tíð, har so mangt spjaðir og og tjóðrar okkum til skíggjar. Og Johild samskiftir um øll hesi viðurskifti á Dalbingafamiljuni á FB.






Tá ið eg var barn, rullaðu  vit  páskaregg yviri á bønum (har er ikki bøur longur) hinu megin ánna (har er ikki á longur). Vit høvdu 2 egg  í part, og eg minnist einki til, at pápi rullaði við ella rann eftir egginum, hvørja ferð, tað var blakað. Í Dali var festligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu nútíðarpáparnir tóku lut í hesum leiki. Og eggini vóru sera mong í tali. Og veðrið var til vildar ta løtuna. 


Farerskie kadry

Tabliczki

Tabliczki

Moją fotograficzną słabością – obok wspomnianych już lata temu ławeczek – są wszelkiego rodzaju tabliczki i znaki. To one przyczyniły się do mojego zainteresowania językiem pewnego odległego archipelagu. I to one też sprawiły mi niekłamaną radość, gdy pewnego sierpniowego popołudnia po raz pierwszy „przemówiły” do mnie po farersku. Archipelag Wysp Owczych zwiedzaliśmy już szlakiem ławeczek, […]

Artykuł Tabliczki pochodzi z serwisu Farerskie kadry.

Dalsbygd

Hátíðardagur í Dali


Dalur flaggskrýddur

Soljóðandi fráboðan var at síggja á facebook:

Hesir hava í yvir 50 ár trúfast røkt teirra sína: Jóanes N. Johannesen deknur og Sjúrður Nolsøe klokkari fáa “Den Kongelige Fortjenestmedalje”.
Anfinn Johannesen hevur eisini verið deknur í yvir 50 ár. Hann hevur áður fingið medalju fyri sítt trúgva arbeiði hjá Landsverk.



Kirkjuráðið við Helgu Hilmarsdóttir forkvinnu á odda vil heiðra hesar tríggjar menn við at handa teimum gávu, sum tøkk fyri trúgva tænastu.
Jógvan Fríðriksson biskupur handar medaljurnar.
Havstein Klein prestur prædikar. Sandoyarkórið syngur undir leiðslu av Susanne Brattaberg. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spæla á tvørfloytu.



Talvan gongur til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Kringvarpið tekur gudstænastuna upp til sjónvarpið. Aftaná eru øll vælkomin til døgurða í Eiriksgarði.
Vælkomin til hátíðargudstænastu í Dals kirkju.

Kirkjan var fullsett, tá ið floytutónarnir hjá Signhild og Gunnu fyltu rúmið. Fyrst var ein, um eg so má siga, vanlig gudstænasta.
Sandoyarkórið sang bara ein sang, tað helt eg vera sera kollut, nú ið tey vóru komin til Dals so manssterk.



Bispur var í gullkápuni, sum tað sømir seg ein hátíðardag. Har var gylt av prestum (Jákup, Havstein og Borgný), so arbeiðið hjá bispi í dag var at handa medaljur. Hann hevur humor, bispur. Hann helt fyri, at Havstein fekk bara nógv við í dag í prædikuni, hvør skal siga. Og so kallaði hann GUD ein skilamann, eg veit ikki, um hon hoyrdi í sínum himli, men tað tók hon nokk bara sum skemt.


So kom tann spennandi parturin, nevniliga gávurnar frá kirkjuráðnum, tríggir eins stórir pakkar. Tá ið vit øll vóru komin í Eiriksgarð pakkaðu teir upp. Tríggir málningar við bíbilskum myndevni eftir Hilmar Højgaard. Jesus hittir kvinnuna við brunnin, Jesus rísur úr grøvini og Jesus gongur á sjónum - tað sjáldsama við málningunum var, at Dals kirkja var sett inn í allar.






















Í Eiriksgarði hevði Borgný, sum er komin heim at fagna pápa sínum, eina stutta talu, sum dóttir og sum kirkjufólk. At vera kirkjufólk er eisini ein uppgáva, tí uttan kirkjufólk er eingin kirkjugangur. Sjúrður hevði eisini eina talu og Annfinnur takkaði dalbíngum fyri trúfesti.







Dalsbloggurin ynskir øllum trimum til lukku!